Vit kunnu menna heimasíður við nútímans sniðgeving eftir tínum ynski. Umframt hetta, gera vit tað ómakaleyst fyri teg at fremja broytingar.

Tørvar tær ein nethandil?

Vit kunnu gera tær ein nethandil, ið nøktar allar tørvir – t.d. er tað lætt fyri teg at fara inn og leggja vørur aftrat, strika og broyta.

Hvat skal tín heimasíða innihalda?

Tá man tosar um eina heimasíðu, eru tað nógvir variablar, ið gera seg galdandi. Niðanfyri er ein mynd, ið vísur tey ymsu tingini ein heimasíðu kann innihalda.

Vev loysnir vit hava ment

Veita.fo

“Eftir meira enn tvey ár á baki, kemur VEITA í nýggjum hami. Grafiski samleikin samleikin er broyttur, og heimasíðan er komin í nýggjari og betri útgávu. Síðan hevur fingið eitt nýmótans snið, og er gjørd enn meira brúkara vinarlig. Óansæð um tú nýtir teldu, teldil ella telefon, tillagar skermurin seg soleiðis at tú fært tað bestu brúkaraupplivingina.”

Sí heimasíðu

Alarm.fo

Vit hava førleikarnar til at menna vev skipanir. Vit hava ment ein vev skipan til Alarm.fo, har ein kann rita inn og senda boð til Alarm.fo appina, síggja úrslit og hagtøl v.m.

Eisini hava vit eina vanliga heimasíðu til Alarm.fo.

Sí heimasíðu


Vit sniðgeva, menna og royndarkoyra appir í tøttum samstarvið við kundar okkara.

Appir vit hava ment

Alarm.fo

Alarm.fo er ein kunningarskipan, ið veitir almenna kunning stundisliga á snildfonina. Tað, sum er serligt við hesari skipan er, at tað er brúkarin sjálvur, ið tillagar kunningina, soleiðis at hann einans móttekur kunning, ið er viðkomandi fyri seg.

Alarm.fo skipanin kann eisini nýtast innanhýsis í einari fyritøku. Í hesum førum kann ein leiðari t.d. senda boð/kunning til ein ella fleiri bólkar av starvsfólkum samstundis.


Ættirnar

Ættirnar er ein app, ið hevur til endamáls at læra føroyingar heitini á ættunum á føroyskum. Appin hevur eitt kumpass, koordinatar, og vísir, hvussu høgt ein er yvir sjóvarmálan.

Tak niður til iOS

eDiary

eDiary er ein elektronisk dagbók, har ein kann gera sín egna vanga, skriva dagbøkur og deila tær við sínar vinir.