Kríggj er millum Russland og Ukraina. Hetta fær nógv at stúra og sum altíð, so er KT-trygd ein góð søga. Her er okkara ískoyti til kjaki, nú stormar leika á.

Fyrst, fingurin niður í moldina og anda djúpt inn. Men so sjálvandi, vit skulu, sum altíð vera til reiðar. Hetta er tó eitt gott høvi til at seta sjóneykuna eitt sindur eyka á KT trygdina. Tað kann vera lættari at gera átøk, tá úlvurin kemur.

Trygdarstøðan, okkara meting:
"Kritisk infrastruktur" er (sum vant) tað ávara verður um. Í okkara hugaheimi er tað el, tele og heilsuverk, men listin er sera nógv longri og tað eru ikki nógv, sum hugsa um, hvussu støðan er um rusk ikki verður heinta ella rottangar fyllast. Tað er tað, sum vit mangla, ið er kritisk.

Eitt møguligt nýtt er, at vit (Føroyar) kundi verði sæð sum eitt "Proof of Concept" øki fyri ágang. Hetta um onkur vil vísa, hvat megin er í mun til eitt land. Altso, t.d. leggja eitt bankakervið niður her, fyri síðan at siga "hygg at Føroyum". Hatta kundi verið tú.

Tó er heilt víst, at "vanligur KT-kriminalitetur" fær betri kort til sítt "arbeiði". T.v.s. at vit hava fáa eitt nýtt "Ukraine/Russland slag" av fellum til starvsfólk. Tey skulu hava neyðugu tilvitskuna.

Tað sagt, so skulu vit avgjørt rokna við at Russland ferð at geva fult aftur av somu skuffu. Altso, tað ið verður gjørt móti teimum, verður gjørt aftur móti okkum.

Átaks øki.

Hesi øki/uppskot kunnu vera og eru viðkomandi, havandi í huga heimsstøðuna komandi mánaðirnar:

  • GeoFencing/blocking, kann gera tað truplari at koma inn og avmarka álop.
  • Avmarka útgangandi øki/rættindi/portur í Firewall. Forða einum eydnaðum álopi at "ringja heim"
  • Hugsa at "Internetið er sløkt", hvat so? Hvat virkar ella ikki, tá ringast vil til. Hvat gera vit tá hetta hendur?
  • Starvsfólkið, skal hava evnini at kenna aftur álop og hóttanir. Eru tey tilvitað.
  • Offline-backup. Tað gongur galið ein dag og so kann online-backup verða brongla.
  • Er møgulig "cyber-trygging" galdandi ella er tað "force majure" um onkur leypur á?
  • Hava vørugoymslu til tað, sum er neyðugt, fyri at fyritøkan koyrir/yvirlivir, tað tíð heimurin er óvirkin. (lætt at siga)
  • Supply Chain attack er helst stórstað hóttanin, men tað er sera avbjóðandi (ógjørligt) at verja seg 99,9%. Pray.

Her vænta vit sjálvandi at fyritøkurnar hava skil á tí vanligu KT-trygdini.

Okkara átøk.

  • Vit nýta fleiri tól til at skannað okkara kundar og hava eyka vakið eyga við "framstigini" úti í heimi.
  • Vit hava okkara KT-teldusníkara toymi klárt at gerða átøk. Eitt uppskot kundi veri ein "álopsdagur", har vit senda "alt" eftir tykkum, so tit eisini síggja hvat verður gjørt. Ein venjing og kanning samstundis.
  • Vit taka eitt brainstormin prát. Umrøða KT-trygd øki opi við tí endamálið at finnað átaksøki, hugskot og nýta fleiri heilar samstundis
  • Tilvitunar skeið til starvsfólk.
Brim