Combine-IT hevur í dag verið í Góðan Morgun Føroyar og á Rás 2 í dag og umrøtt hendan trupulleikan. Soleiðis var skrivað á KVF heimasíðuni:

 

Tað var seinnapartin í gjár at funnið varð fram til brekið í nýggju stýrisskipanini til Mac-teldur.

Eitt tað størsta trygdarholið í nýggjari tíð, er at finna í seinastu útgávuni til MacOS High Sierra, sigur Torben Voss Nielsen frá Combine-IT.
Gjørligt er at koma inn sum root, uttan loyniorð. Hetta merkir at ein og hvør, ið hevur fysiska atgongd til eina Mac teldu, við seinastu stýrisskipanini, sleppur inn.

Torben Voss Nielsen sigur, at væntast kann, í dag ella í morgin, at Apple kemur við eini dagføring, so holið verður tett.

Her er greinin á facebook um mannin úr Turkalandi, sum fann holið í stýrisskipanini hjá Apple.

Her er fyribils hjálpin frá Apple.

Lurta eftir innslagnum her: KVF.

Eisini ber til at lesa um hetta á www.jv.fo: HER. Ella á www.portal.fo: HER.