Vit hava fingið nakrar fyrispurningar um frálæru, serliga innan KT-trygd. Tørvurin er stórur og nú avtalur eru gjørdar um tey fyrstu skeiðini, ynskja vit at bjóða hesi út til onnur við.

Endamál:

Í stuttum snýr hetta seg um hvussu ein tryggjar fyritøkuna og seg sjálvan móti teimum talgildu vandum, heimurin bjóðar.

Vit hava yvir 50 ymisk modulir, ið eru flokka í 6 øki. Økini eru:

Hóttanir: Hvørjar eru hóttanirnar eru móti einum persóni ella einari fyritøku. Vit lýsa vandarnar.
Álop: Hvørji eru tey ymsu álopini, ein persónur ella fyritøka verður útsett fyri. Hvussu fara tey fram og hvussu kennir ein tey aftur.
Samskifti: Vit hyggja eftir ymsum samskiftisháttum, so sum telduposti og telefon. Hvat skal ein vita og hvat er ein trygg nýtsla.
Framleidni: Modulið framleidni (effektivitetur) tekur útgangsstøði í nógvum smáum hentleikum, so sum snarvegum, tólum og tilgongd til nýtslu av teldu. Tað snýr seg um at fáa gjørt sum mest, á lættasta hátt.
Verja: Tað týdningarmiklasta er verjan. Hvussu skal ein gera? Verjan av sær sjálvum, fyritøkuni og virðum. Hvat so, tá illa vil til.
Framtíðin: Hvussu fer KT at broyta heimin næstu árini. Hvørjar nýggjar hóttanir eru og hvussu koma hesar at raka okkum.

Støði:

Ymisk støði eru, grundstøði og víðka. Fyrra er ætla fólki við vanligum teldu førleikum og seinna til fyrisitarar, ið hava ávísar royndir við at reka KT-skipanir.

Um spurningar eru, so kann ringjast til 511 187 ella skriva til tvn@combine-it.com og vit greiða nærri frá.