Skeið – Tilvitan í KT-trygd

Lýsing

Ikki síðani sjórænaratíðina, hava álopini á Føroyar verið so nógv sum nú. Tað eru tó ikki sjórænaraskip, sum koma siglandi hesar leiðir. Tað er umvegis teldu tøknina, ið vit verða álopin.

Um illa veit við, so viðførir hetta, at peningur verður stolin, dátur mistar burtur og fólk kunnu koma í keðiligar støður. 

Okkara KT-skeið í tilvitan (avareness) eru skraddaraseymað til føroyingar og føroysk viðurskifti.

Við støði í gerandisdegnum og tí kenda, byggja vit brúgv til tað torskilda og trupla, soleiðis at tann einstaki og fyritøkan verða vard sum best.

Endamál

At luttakarin fær innlit, amboð og yvirlit í  lyklaviðurskifti, ið eru avgerðandi fyri at  teldunýtsla og virksemi á netinum verður tryggari.

 

Skrá

8:30: Morgunmatur
9:00: Frálæra
10:15: Kaffistøðgur
10:30: Frálæra
12:00: Døgurði
12:30: Frálæra

13:15: Kaffi og kaka
14:30 Liðugt

 

Høvuðsinnihald

Geva luttakarum innlit í tey viðurskifti, ið eru avgerðandi fyri trygga teldunýtslu.

Hóttanir:
Yvirlit. Hvørjar hóttanir eru? Hvussu kennir ein tær aftur?
Álopini:
Innlit. Hvussu verða álop framd og av hvørjum?
Samskifti:
Teldupostar og SMS boð. Hvat skalt tú leggja til merkis, tá svikað verður.
Sosialir miðlar og kjatt, skil, hví tú er klikkbeiti.
Verjan:
Hvat krevst fyri at verja tann einstaka og soleiðis eisini fyritøkuna? Hvat er at gera, tá illa veit við?
Framtíðin:
Hvussu sær framtíðin út, við alsamt fleiri nýggjum hóttanum og vandum?

Skeiðsdagar og førleikakrøv

Skeiðsdagar

Ongin almenn skeið eru í løtuni:
Send fyrispurning og vit boða frá

Førleikakrøv
Grundleggjandi telduførleika.

Vit nýta nógv kend dømi frá gerandisdegnum, soleiðis at tað trupla er lætt skiljandi.

 

Málbólkur

Starvsfólk, ið nýta teldur sum amboð í teirra gerandisdegi.

KT-fólk, ið ynskja at hugsavna seg um KT-trygd, í ein dag.

Skeiðstað

Tórshavn
62°N hotel
Doktara Jakobsens gøta 14-16

Kunningartilboð

Fyri hvønn luttakara 2.200,- kr.
Íroknað morgunmat, frálæru, kaffi, døgurða og tilfar.
Frálæra er MVG frí.

Útsagnir

Hetta siga okkara luttakarar:

"Hetta er eitt skeið, ið øll, ið arbeiða við teldum, skuldi fari á, á fyrsta starvsdegi. Tað vildi gjørt lívið nógv lættari hjá telduvørðunum."
Sjúkrarøktafrøðingur

"Vælskipað tilfar og frálæra. Hetta vil eg nýta sum íblástur, til mína egnu frálæru til starvsfólkini."
Deildarleiðari

"Stóra takk fyri tilfarið og eitt sera gott og hugvekjandi skeið."
HTF, lærari

"Stóra takk fyri skeiðið - Sera áhugavert og læruríkt má sigast. Ikki hvønn dag at man takkar fyri at blíva skelkaður, men í hesum føri var tað eftir øllum at døma alneyðugt."
Leiðari

"Ein dagur væl nýttur. Hóast eg til dagliga arbeiði við KT, so er tað gevandi at nýta ein dag til at hugsavna seg um tilvitan innan KT-trygd."
SN, verkætlanarleiðari

Undirvísari

Navn: Torben Voss Nielsen
Starv: KT-ráðgevi

Í 1998 setti hann fyrstu fellu fyri teldusníkum, og kann tí kalla seg fyrsta føroyska siðsømuliga teldusník, ið menn vita um.

Lívsrensl, úrval av royndum innan KT-trygd eru hesar:

  • 1998 Gjørt Back Orifice Honeypot (fellu) í Føroyum.
  • 2001 Menning av trygdartænastum hjá Mærsk Data.
  • 2005 Veitt trygdartænastur sum Senior Advicer hjá IBM.
  • 2006 Sjálvstøðugur vinnurekandi.
  • 2009 Frálæra um m.a. KT-trygd.
  • 2010 Ovastu tøkniligu ábyrgd av at byggja KT-pall upp, seta hann í gongd og avgreiða hann. Hesin KT-pallur kundi rúma øllum føroyskum KT eini 7 ferðir og avgreiddi  ein rættuliga stóran part av heimshandlinum.
  • 2013 Ráðgeva og góðskutryggja rætta strategiska KT vælið hjá Mærsk Line. Herundir gera váðameting av dátasentrum og greina vandar so sum: Sólstormar, Pandemi, Terror, yvirflóð umframt alt tað vanliga.
  • 2014 Dagføra skipanir, greina KT vandar og ráðgeva um tiltøk hjá danska statinum.
  • 2014 KT-tænastur í Føroyum, harundir vikuliga KT-trygdar skanning hjá kundum.
  • 2015 Etichal Hacker útbúgving. Ávara føroyingar um vandar.
  • 2017 Fyrireika kundar til GPDR, soleiðis at hesir blivu klárir til dagførdu persóndátalógina, sum kemur í 2021.
  • 2018 Sent greið boð til kundar um, at Føroyar eru í stórum vanda á KT-økinum.
  • 2019 Framt umfatandi heildarkanningar av fyritøkum.
  • 2020 Greina trygdarstøðið hjá Føroyum. Frálæra innan tilvitsku har atlit verður tikið fyri føroyskum viðurskiftum.
  • 2021 Áhaldandi arbeiða við at tryggja Føroyar og fyritøkur.