Tænastur vit veita

Tá ein tekur sær tað ábyrgd at veita ráðgeving, so skulu royndirnar vera í lagi. Við royndum frá stórum altjóða fyritøkum eins og smáum í Føroyum og Danmark kunnu vit seta okkum inn í flest allar støður. Útgangsstøði er fyritøkan og hennara tørvur til framleiðslu, trygd ella framleidni.

KT-trygd


Her eru nøkur dømi um veitingar innan KT-trygd. Tørvurin er ymiskur. Vit tillaga okkara veiting eftir kundanum, við útgangsstøði í trygdarstøðinum, hóttanum og vandum.

24 tímar álop


Hevur tú nýtt nógvan pening uppá at tryggja fyritøkuna við verjugørðum, mannagongdum og politikkum? Hevur tú kannað, hvat hetta merkir í veruleikanum? Her er ein møguleiki fyri keypa eina mini trygdarskoðan.

  • Vit kanna trygdina, har vit fara eftir málum, ið skaða fyritøkuna.
  • Vit leypa á við tólum og arbeiða sum teldusníkar gera. Ein kann siga, at vit loypa á við øllum, vit hava hesar 24 tímar.
  • Úrslitið er ein trýstroynd, ið er eitt gott útgangsstøði at meta um trygdarstøðið hjá fyritøkuni.

Kostnaðurin er tvídeildur:

  • Um onki verður funnið, so er kostnaðurin 5.000,-.
  • Finna vit nakað so er kostnaðurin 15.000,-.

Allir prísir eru uttan mvg.

Áhaldandi eftirlit


Við ymsum tólum, ið leita eftir veikleikum kanna vit trygdina regluliga og meta um verjuna, ið er mótvegis netinum.

  • Tænastan tryggjar, at vanlig álopstól, ið kunnu fáast á netinum, ikki gera tykkara fyritøku skaða, tá onnur nýta tey.
  • Vit seta upp skipan til at leita eftir veikleikum. Hetta kannar eisini um skipanir eru dagførdar.
  • Vit fylgja við á “dark web” tykkara vegna.
  • Um onkur vandi er so boða vit frá.

Kostnaðurin er fastur og settur í mun til støddina hjá kundanum.

360° Heildarmeting


Her hyggja vit at hyggja heildini, gera eina støðulýsing, har útgangsstøðið verður tikið í teimum hóttanum kundin er fyri. Út frá hóttanum gera vit eina váðameting og við stakroyndum kanna vit trygdarstøðið. Ein kann siga, at vit ganga nakrar ferðir runt um málið, har vit eygleiða tað. Við eygleiðingini finna vit teir veikleikar, ið farast skal eftir. 360° støðulýsingin er eitt rættuliga víðfevnandi arbeiði og vanliga er úrslitið ein haldgóð frágreiðing, ið lýsir trygdarstøðið. Umframt at lýsa veikleikar og loysnir til hesar, so vera eisini metingar gjørdar, har vit við okkara sera drúgvu royndum innan KT koma við uppskotum, ið gagna trygdini og fyritøkuni.

Fysisk trygd


  • Fysiska trygdin og atgongd til búnað verður kannað.
  • Vit tryggja at servarar, teldur, fysisk tól, skjøl og útbúnaður annars, eru væl vard ímóti vandum.
  • Um onkur hevur verið inni, kann tað so síggjast?

Frálæra


Besta KT-Trygdin er tilvitað starvsfólk. Tað gerst alsamt verri at síggja, hvat er ein “góð” heimasíða og ikki. Sjálvt tær bestu trygdarskipanir hava veikleikar um ein ikki er støðugt árvakin. Frálæra til starvsfólk verður gjørt í støðinum hjá brúkarunum og tillaga tørvin.

  • Hvussu ferðast ein trygt á netinum?
  • Kenn ein tryggan teldupost aftur.
  • Hetta verður goymt um teg.
  • Loyniorð, nær eru tey trygg.
  • Dømi, dømi og aftur fleiri dømi.

og mangt annað.

Royndir innan KT-trygd


Okkara royndir innan KT-trygd ganga langt aftur. Her er eitt stutt yvirlit.

1998 Gjørt Back Orifice Honeypot (fellur) hjá mær sjálvum.
2001 Menning av trygdartænastum hjá stórari danskari KT fyritøku.
2005 Veit trygdartænastur frá stórari Amerikanskari KT fyritøku til kundar.
2006 Sjálvstøðugur vinnurekandi í DK og FO.
2009 Frálæra í Føroyum m.a. um KT-Trygd.
2010 Hjá stórari privatari fyritøku hava ovastu teknisku ábyrgd at byggja upp teirra nýggja KT platform.
2013 Hjá stórari privatari fyritøku ráðgeva um teirra strategisku møguleikar innan KT og gera váðameting av dátacentrum í Londum, við øllum hóttanum í sinni.
2014 Hjá fyritøku innan statin at dagføra skipanir og m.a. greina KT vandar og ráðgeva um tiltøk.
2014 KT tænastur í Føroyum, herundir vikuliga skanning av kundum.
2015 Etichal Hacker útbúgving. Ávara føroyingar um vandar.
2015 Flutt heim at veit KT-Trygdar tænastur og vera íverksetari.
2018 Sent greið boð til kundar um at Føroyar er í stórum vanda á KT økinum.

Persónsupplýsingar


Føroyska persónsdáta lóggávan og GDPR fyriskipanin hjá ES eru tvey øki ið nógv fara ov lætt um. Hetta er til at skilja, tá tað er krevjandi, kostar og gevur ikki inntøku. Hetta er tó eitt øki, ið kemur at kosta og tíða nógv í Føroyum næstu árini. Við at hava eina miðvísa tilgongd nú, slepst nógvum kostnaðarmiklum arbeiði um skamma stund.

  • Endamálið við lóg og fyriskipan er verjan av brúkarunum
  • Borgarin hevur rættindi til at spyrja:
    • Hvørji dáta eru goymd
    • Hví tey eru goymd
    • Fáa tey rætta ella strika
  • Fyritøkan hevur skyldu til:
    • At skjalprógvan at skil er á persónsdáta verjuni.
    • At upplýsa, rætta og strika dáta, tá persónur biður um tað.
    • Tryggja dáta hjá borgarinum, tá tað kemur til atgongd, bronglan og skjalprógvan av atgongd.
    • Skjalprógva mannagongdir.
    • Boða frá til myndugleika, tá brot er framt

Vit ráðgeva og bjóða eftirlit av økinum. Vil tú vita meira, so kunnu vit gera eina framløgu fyri nevnd og leiðslu ið greitt vísur hvat skyldan nú er, hvat skal gerast og ikki minst hvussu slepst undir stórum útreiðslum í framtíðini. Les meira um GDPR HER.

Útveitan (outsourcing)


Á útveita KT-menning til lond har lønarlagið er sera freistandi. Serliga um tað er ein nýggj fyritøka, har tørvur er á hvørjari krónu.

Vit hava samstarva nógv við fólki og fyritøkum í Asia og Eysturevropa. Tað er stórur munur á mentanini og hugburðinum millum lond. Vit bjóða fyritøkum, ið ynskja at royna seg eystanfyri at vera við og ráð- og vegleiða. Siga hvat vit meta og ávara um teir vandar, ið kunnu koma.