Skeið um Innherji verkætlan (Projekt Insider) hevur verið hildið í Havnini, har undirvísari frá Fregnartænastuni hjá tí danska Politinum, PET, hevði frálæru í innanhýsis hóttanum, ið ein fyritøka ella stovnur kann vera fyri. Luttakarir, frá 2 fult teknaðum skeiðum, fingu nøkur amboð til at arbeiða víðari við á teirra starvsstaði. Skeiðið varð fyriskipað av Combine-IT.


 

Støðumeting av KT-trygdini hjá Føroyum og føroyingum

Okkara KT-serfrøðingur, Torben Voss Nielsen, legði út við sínari støðumeting av KT-trygdini hjá Føroyum og føroyingum. Av teimum tingunum, ið nevnd vóru av KT-serfrøðinginum var:

  • at vit føroyingar eru sera blíðir, fittir og trúgva einki ónt um nakran. Her við okkara gestablídni vil tað vera ein trupulleiki, um 400.000 ferðafólk koma til landið, har ein ávísur prosentpartur vil vera brotsligur. ”

  • at leiðin hjá almennu Føroyum við at taka fyriskipan, reglar, tiltøk við lógartekstum v.m. frá útheiminum og pressa tað niður yvir føroyskar fyritøkur og stovnar, tað fer at kosta okkum. Reglugerðir í Svøríki til lítlar fyritøkur merkja, at har arbeiða millum 5.000 til 10.000 fólk. Hjá ES tosar man um lond við fleiri milliónir íbúgvar og hesi hava eina fyrisiting við 100 fólkum og KT-deildir, ið hava 100 til 1.000 fólk. Almennu Føroyar taka hettar til sín og koyra tað út her á landi, sum um vit kunna liva upp til tað sama. Hjá okkum sita 1 til 2 KT-fólk. KT-deildir í Føroyum kunnu teljast á einari og í mesta lagið 2 hondum. Leiðin vit hava valt, er dømd til at miseydnast. ”

  • at vit mugu gera tingini øðrvísi, snildari, bíligari og betri. Vit eru eitt land við stórum fyritøkum, stovnum og fyrisiting, sum skal megnað tað sama sum Danmark, Háland og Frakland. Vit hava hegnið, viljan og førleikarnir, men fyri at koma á mál, skulu vit vera fleiri ferðir snildari, gløggari og hava nýhugsan.”