Vit høvdu framsýning av skipan okkara Alarm.fo á Østrøm 10. februar. Tað var ein sera hugnalig løta, har nógv fólk savnaðust at hoyra um skipan okkara, sum vit hava arbeitt við í eitt ár. Á skránni var framløga av Alarm.fo, kjak, tónleikur og sjálvandi okkurt gott til matna.