1. september hevði skúlablaði eina grein um KT í skúlanum. Vit hava givið okkara íkast til evni.

Skal tað sigast stutt, so er tað týdningarmiklasta, at skilja eina uppgávu og loysa hana. Loysa uppgávuna rætt og gera hana lidna. Um onkur noyðist at koma aftaná at kannað eftir ella rætta, so er neyðugt við tveimum fólkum at gera arbeiði hjá einum.

KT er eitt amboð, hvørki meira ella minni. Tað er tó eitt týðandi amboð, ið skal lærast væl.