GDPR


Vit ráðgeva og bjóða eftirlit innanfyri persónsupplýsingar. Altjóða heitið á nýgga lógarverkinum verður kallað GDPR, General Data Protection Regulation.

Nær?

Galdandi frá 25. mei 2018 skulu persónsupplýsingarnir viðgerðast á ein serligan hátt sambært EU persónsupplýsinga lógarverkið ”EU 216/679”.

Hví?

Endamálið við persónsupplýsingum er at verja heimalívið hjá borgarunum, samstundis broyta háttin at savna saman hjá fyritøkunum ella felagsskapinum, goyma og nýta persónsupplýsingar uppá.

Ráðgevinga tænastur

Vit bjóða tykkara fyritøkum ella felagsskapum ráðgeving og eftirlit av persónsupplýsingum. Hvussu tykkara mannagongdir verða koyrdar inn í eina skipan. Hvat fyri snilt amboð krevst fyri at viðlíkahalda skipanir og persónsupplýsingar. Vit loysa smáar sum stórar uppgávur innanfyri hettar økið.

Hvør?

Fyritøkur ella felagsskapir – um ein av tykkum og borgarin eru partur av einum altjóða handilstiltaki, ið viðgerða persónsupplýsingar hjá einum EU borgara til tykkara dátugrunn.
Borgarin - skal geva loyvið til, at teirra persónsupplýsingar verða nýttir av tykkara fyritøkum ella felagsskapum. Hettar merkjur, at borgarin kann síggja og broyta sínar persónsupplýsingar.
Dømi um persónsupplýsingar: Navngeving, mynd, meyl-adressu, uppslag á SoMe og IP-adressur.

Hvørjar avleiðingar eru?

Bótin er ásett til 4 % av altjóða ársumsetninginum ella 20 milliónir Euro, har tað verður hægsta upphæddin. Bótin verður latin, um tykkara fyritøkur ella felagsskapir ikki lúka treytirnar hjá nýggja lógarverkinum.

Tilvísing

Vit arbeiða saman við kundum innan flutning og ferðavinnu. Her tryggja vit at fyritøkurnar liva upp til krøvini ið ES setur.