PET (Politiets Efterretningstjeneste) hevur eitt skeið, ið nevnist Project INSIDER ið gjølla viðgerð innanhýsis hóttanir hjá einari fyrisiting. Í vár skipaðu vit fyri hesum og luttóku umleið 80 fólk. Flestu luttakararnir vóru bergtiknir, so vit velja at gera hetta aftur. Vit skipa sostatt aftur fyri hesum 25. og 26. november. Fyrrapartin verður PET og so seta tvey áhugaverd og viðkomandi tiltøk á skrá seinnapartin.


Kostnaðurin, ið bert ferð til útreiðslur, er mettur til 675,- írokna morgunmat, døgurða og kaffi.

Skeiði verður á Hotel Hafnia og fyribils skráin er hendan:

08:30 Morgunmatur.
09:00 Vælkoma.
09:10 PET skeið, Project Insider.
13:00 Døgurði.
13:30 Tilvitska (awareness). Praktisk tilgongd, royndir og góð ráð. Lis Kelså frá kelsa.dk sigur frá sínum royndum at tryggja tilvitsku hjá fólki.
14:15 Nýggja Føroyska persóndatalógin. Tað týdningarmiklasta at vita. Kári Davidsen frá FaroeLaw.fo greiður frá.
14:55 Trygdarstøði Føroya, Torben Nielsen greiðir frá eygleiðingum á KT-trygdarøkinum.
15:05 Tiltøk liðug og eftir hetta gjørligt at fáa eitt prát við fyrilestrarhaldararnar.
16:00 Takk fyri í dag.

Kaffisteðgur eftir tørvi.

Skeiði hjá PET snýr seg um teir vandar, ið eru um onkur innanhýsis ger sær dælt av sínari støðu. Vit hava sæð dømi í Føroyum og Danmark, har álitisfólk hava misnýtt sína støðu.
Skeiðið verður gjørt uttan vinning fyri eyga, kostnaðurin er mettur til 675,- kr. fyri hvønn luttakara. Írokna morgunmat og døgurða.

Nærri kunning:
PET: Faldari
Tilvitska: Humor mod Hacking

Ynskir tú at luttaka ella hevur spurningar, so skriva til info@combine-it.com. Eisini er gjørligt at ringja á 511 187.

Lýsin hjá Humor Mod Hacking