Vit samskifta umvegis nógvar miðlar í gerandisdegnum.

Her er eitt dømi, um hvat kann henda, tá ið KT-trygdin ikki er trygg.

WhatsApp hevur 1,5 milliardir brúkarar, sum kunnu samskifta umvegis appina. Orsaka av álop av teldusníkum, har teir hava lagt spyware á snildtelefonina, so var eitt trygdarbrot hjá WhatsApp. Hettar ávirkar brúkarnar, sum hava móttikið eina ávaring frá WhatsApp.

BT blaðgrein t. 14. mai 2019: WhatsApp advarer 15 milliarder brugere efter sikkerhedsbrist

FT blaðgrein t. 13. mai 2019: WhatsApp Voice calls used to inject Israeli spyware on phones

 

Vit viðmæla, at føroyingar fáa sær appina: Mit digitale selvforsvar, ið Forbrugerrådet Tænk hevur ment. Vit nýta sjálvi hesa app, sum gevur eitt gott innlit í tað svik, sum vit kunnu uppliva í okkara gerandisdegi. Við hesari appina síggja vit, hvat hendur í Danmark og mangan eisini í Føroyum. Tú lærur at kenna følsk boð aftur og gerst tryggur við at kenna tað svikaramynstrið, ið er.

Forbrugerrådet Tænk blaðgrein t. 22. oktobur 2018: App: Mit digitale selvforsvar