Nú stendur valið fyri durðum og nógv verður lovað. Vit meta, at hóskandi er at nýta høvið at koma við okkara 10 ynskjum/ráðum innan tey øki, har ið vit hava sera drúgvar føroyskar og altjóða royndir.

Okkara ynski/ráð hava eittans útgangsstøði: Tað er at miðja móti, at føroyingar tæna Føroya landi í síni heild.

Íverksetaraumhvørvið:

Við royndum frá Danmark, Føroyum og Onglandi eru tvey øki ið við mangla. Ein nýggj fyritøka, ið skal menna loysnir hevur nógv betri umstøður í Danmark. Vit ynskja okkum fylgjandi:

  1. Seta í verk somu skipan, sum Danmark, ið hevur teirra ”Skattekredit ordning”. Hendan skipan ger, at fyritøkur fáa framtíðar frádrátt útgoldnan sum kredit. Hetta merkir, at ein fyritøka, ið ger eina íløgu uppá, t.d. 10 mio. kr., fær frá Taks 1,2 mio. kr. í kassakreditti. Tað merkir, at 10 mio. kr. og hava eitt virði á 11,2 mio. kr. í Danmark og virðið er ”bert” 10 mio. kr. í Føroyum.

  2. Seta í verk okkurt líknandi danska ”Virksomhedsordningen”, ið gevur privat persónum við fyritøku somu møguleika sum partafeløg og t.d. møguleika at goyma yvirskot til seinni íløgu.

Útboðstreytir:

Tá vit hava útboð skulu vit ikki gera sum onnur. Bara hyggja at prís og góðsku. Vit skulu hyggja at heildini og tryggja at Føroya land fær sum mest burtur úr.

  1. Seta sum treyt í øll útboð, at um t.d. ein landsstovnur keypir eina skipan, so skulu allir aðrir stovnar hava stóran avsláttur, í mun til menningarkostnaðin ella licensar. Koma burtur frá tí, at hvør keypir í sínum lagi, við alt ov høgum innkeypskostnaði, veitarunum at gagni.

  2. Seta sum treyt í útboð, at forrit, ið eru ment til tað almenna og goldin av tí almenna, tey kunnu gagnnýtast av øllum føroyskum KT-fyritøkum til útflutnings. Hetta merkir, at tað almenna eigur øll rættindi til egna nýtslu, keldukotu og kann deila hana.

  3. At tað almenna deilir síni rættindi/styrki við aðrar føroyskar fyritøkur, ið vilja byggja upp eina føroyska útflutningsvøru.

Samstarv:

Hvør í sínum lagi, sama loysn aftur og aftur. Tað er mynstri hjá okkum í Føroyum. Hetta gevur okkum dýrar og vánaligar loysnir. Broyting má í okkara hugsunarhátt.

  1. Samskipa tað menningararbeiði, soleiðis at 50+ almennir stovnar og 25+ kommunur lata vera við at keypa og loysa uppgávur í hvør í sínum lagi. Mennast skal einaferð til stovnar, kommunur ella myndugleika.

  2. Alt skattafíggja innkeyp skal koma borgarum og privatum fyritøkum tilgóðar. Ger stovnur undir landinum ella kommuna avtalu við útlendskan veitara, so skal tað koma øllum føroyingum til góðar. Um vit halda áfram at keypa í smáum og í hvør sínum lagi, so ríka vit útheimin upp, meðan vit skerja okkara møguleikar fyri skilagóða peninganýtslu.

  3. Partafeløg, ið tað almenna eigur, skulu ganga á odda at veita vælvild, stuðla uppundir og keypa tænastur frá føroyskum fyritøkum. Hesi feløg skulu tæna Føroyum og føroyingum fyrst, síðani sær sjálvum.

KT-trygd:

Vit vóru, í 1998, tann fyrsti siðfrøðiligi teldusníkurin (Etichal hacker) menn vita um. Síðani tá hava vit brúkt nógva orku at fáa boðskapin út. Veruleikin er at um vit seta øll okkara KT fólk at arbeiða við trygd, so røkkur tað ikki. Í dag gera vit sum onnur, tað er ikki nøktandi og gagnar ikki. Neyðugt er við nýhugsan og at arbeiða snildari, nógv snildari. Vit ímynda okkum:

  1. Skipa eitt fevnandi ráð fyri talgilduga verju av Føroyum. Hetta ráð skal hyggja at heildini, hava sum sítt hægsta mál at verja føroyingin, føroyskar fyritøkur og tað almenna.

  2. Tað almenna skal ikki nýta orku uppá at umseta útlendsk telduráð til føroysk. Tað almenna skal tryggja neyðuga tilvitsku hjá føroyingum og eitt nøktandi og trygt vitunarstøði. Tað almenna skal gera kanningar, metingar og savna saman ráð, ið eru tillaga føroysk viðurskiftur. Vit eru at rokna, sum ein miðal stór fyritøka. Vit noyðast at arbeiða snildari og betri fyri at gera okkum galdandi.

 

Soleiðis eru okkara valynski fyri 2019.
Føroyum at gagni.