Nú er føroyska veðurstøðin aftur umrøtt millum manna. Hetta hendur serliga aftaná eina ódn, tí tá meta vit ikki at danir kunnu gera tað gott nokk. Hetta skriv er ein stutt lýsing um hvussu vit skjótt, lætt og bíliga kunnu menna ein føroyskan veðurgud, ið altíð dugir at siga hvussu veðrið er á teimum ymsu støðunum.

Vit hava 32 ættir í Føroyum og vindstig eru býtt uppí 12 styrkir. So hvørt vindurin veksur á teimum ymsu ættunum, broytist hvussu ringt tað verður í teimum ymsu støðunum. Onkur ætt er góð í einari bygd meðan tað ikki er útfarandi í onkrari aðrari.

Hesa vitan sita vit inni við. Gamlir menn ið hava veri á sjónum alt sítt lív og hava lært um veður og vind. Ongin telda var at vísa teimum veg og siga at nú er vandi á ferð.

Hvussu við Smyrli?

Umborð á Smyrli er eitt einkult kort, ið vísur hvussu tað er at sigla til Suðuroyar á teimum ymsu ættunum. Flest okkara brúka onkra app til at vísa okkum hvussu veðri er, hetta tá appirnar hava størri neyvleika og eru lættari at skilja enn vanligu veðurtíðindini.

Vit hava sostatt alla vitan ið skal til, soleiðis, at eitt livandi veðurkort kann gerast yvir allar Føroyar. Avmarka tal av ættum, støðum og vindmegi. Veðurstøðirnar siga hvør ættin er og hvør vindmegin er. Restin er nøkur kort, júst sum gjørt var við sjóvarfallinum áðrenn rák appin kom.

Seta vit alt hetta saman, ja so hava vit til ein og hvørja tíð eitt yvirliti yvir hvussu veðrið er júst nú á hvørjum staði í Føroyum.

Soleiðis er hetta hugskoti, gera tingini annarleiðis og einkult. Við tí vitan vit longu hava. Ikki neyðugt við millióna prosjektum, ið gerast hálv

Viðmerkjast skal at hetta hugskoti kom í 2017 sum part av Alarm.fo. Ein máti at rríka okkara kort. Ætlanin var slept tí pengar vóru settir til at seta á stovn ein føroyskan veðurstovn.