Vit kanna KT trygdina, finna hol og veita frágreiðingar um hvussu støðan er. Við líðandi kanningum, kunnu vit tryggja at KT trygdin er á einum høgum støði.

Trygdartænastur vit veita

Áhaldandi eftirlit


Tryggjar at vanlig álopstól, ið kunnu fáast á netinum, ikki gera fyritøkuni skaða. Vit seta upp skipan til at leita eftir veikleikum einaferð um vikuna. Hetta kannar eisini um skipanir eru dagførdar. Vit fylgja við og lata fyritøkuni frágreiðing mánaðarliga.

Málrættað álop


Við málrættaðum álopið røkkur fyritøkan einum hægri trygdarstøði – vit fara útum tey vanligu álopstólini, og arbeiða sum ein teldusníkur, ið fór málrættaður móti fyritøkuni.

Fysisk trygd


Fysiska trygdin og atgongd til búnað verður kannað – vit skulu tryggja at servarar, teldur, fysisk tól, skjøl og útbúnaður annars, eru væl vard ímóti vandum.