Vilt tú vita, hvussu ein brynjar teg ímóti innanhýsis hóttanum í fyritøkuni ella á stovninum?

Í samband við okkara veitingar innan KT-trygd, fyriskipa vit, at PET (Politiets Efterretningstjeneste) kemur til Føroyar og heldur teirra ”Projekt Insider” skeið.

Hetta skeið snýr seg um hóttanir ein fyritøka er fyri innanhýsis. Tað eru starvsfólk, ið við vilja ella av óvart koma at kosta pengar. Kann vera tjóvarí, men eisini óheppin atburður har ein teldupostur verður latin upp og so eru øll dáta farin.

Á skeiðinum fær tú frálæru um hóttanir, hvussu man kennir tær aftur og hvussu tær verða fyribyrgdar.

Skeiðið verður hildið á Hotel Hafnia, har vit byrja kl. 08:30:

  • Mánadag t. 27. mai 2019 – Fult teknað
  • Týsdag t. 28. mai 2019 – Fult teknað

Um tú vil vita meira, so skriva til Heidi, t-post: htd@combine-it.com

Sjá faldaran frá PET her: PET – Lýsing – Projekt Insider