Í 2017 sendu vit skriv til okkara kundar við tí endamáli at fyrireika teir til nýggju ES fyriskipanina, ið nevnist GDPR. Okkara ráð var ikki at rópa “úlvurin kemur”, men í staðin at biðja fyritøkur fyrireika seg. Hetta var serliga innan menning, har nýggj krøv, so sum at vera gloymdur og innlit, komu.

GDPR fyriskipanin er ikki galdandi í Føroyum, men hon hevur stóra ávirkan á okkum og serliga fyri fyritøkur við virksemi innan ES. Føroyska lóggávan, ið er frá 2007 tekur longu hædd fyri nógvum av tí, ið ES krevur. Føroyska lóggávan verður væntandi dagførd næsta ár.

Vit viðmæla framvegis fyritøkum at arbeiða, sum um ES lóggávan er galdandi í Føroyum. Tær fyritøkur, ið fylgdu ráðunum hava í dag spart íløguna innaftur við, at tað ikki er neyðugt at gera menningararbeiðið tvær ferðir.

At ES í so máta ikki er at spæla við, tað vísa tær bøtur, ið nú koma. Tað snýr seg ikki um smápengar og vit vita, at síðani hesi brotini vóru framd, so eru rættuliga nógvar fyritøkur, ið hava havt lekar av persónsupplýsingum.

Eitt er at hava skil á rættindunum hjá kundanum og at skjalfestingin er í lagið. Ein av okkara tænastum er at vita í hvønn mun, tað er gjørligt at sleppa framat óviðkomandi dáta. Her leypa vit á og bróta inn. Alt við tí endamáli at finna og tippa hol.


Meira um ES bøturnar:

Mariott International: Hotelgigant får kæmpe bøde efter hackerangreb

British Airways: British Airways står til milliardbøde efter datatyveri

Google: Fransk datatilsyn stanger heftig GDPR bøde på 370 millioner kroner ud til Google


Meira um ES bøturnar, sum Datatilsynet í Danmark hevur innstillað:

Taxa 4×35: Datatilsynet indstiller taxaselskab til bøde på 1,2 mio. kr.

IDdesign: Møbelfirma indstillet til bøde