Føroyska appan alarm.fo fer at gera tað sama við informatión, sum Momondo hevur gjørt við ferðing, skrivar Børsen.

Alarm.fo, sum hevur heimstað í Nólsoy, er nýggj appa, sum hevur verið nakað frammi í Føroyum, men nú hava stigtakararnir verið á flatlondum og víst hana fram.  Børsen skrivar um stigtakaran, 46 ára gamla Torben Voss Nielsen, at hann hevur kastað alt annað frá sær fyri at menna appina, sum hann vónar fær undirtøku um allan heimin.

Í stuttum er meiningin við appini, at hon hon skal geva brúkaranum meira málrættaðar upplýsingar um tað, sum hevur áhugan hjá viðkomandi. Og áhugan hava eigararnir so skapt fyri appini, í øllum førum hjá einum parti av donsku pressuni.

– Vit vilja gera við upplýsing tað, sum Momondo hevur gjørt við ferðing og tað sum Just-eat hevur gjørt við matútbering, sigur Torben Voss Nielsen.