Tænastur vit veita

Persónsdáta


Føroyska persónsdáta lóggávan og GDPR fyriskipanin hjá ES eru tvey øki ið nógv fara lætt um. Hetta er til at skilja tá tað er krevjandi, kostar og gevur ikki inntøku.

Hetta er tó eitt øki, ið kemur at kosta og tíða nógv í Føroyum næstu árini. Við at hava eina miðvísa tilgongd nú, slepst nógvum kostnaðarmiklum arbeiði um skamma stund.

  • Endamálið við lóg og fyriskipan er verjan av brúkarunum
  • Borgarin hevur rættindi til at spyrja:
    • Hvørji dáta eru goymd
    • Hví tey eru goymd
    • Fáa tey rætta ella strika
  • Fyritøkan hevur skyldu til:
    • At skjalprógvan at skil er á persónsdáta verjuni.
    • At upplýsa, rætta og strika dáta, tá persónur biður um tað.
    • Tryggja dáta hjá borgarinum, tá tað kemur til atgongd, bronglan og skjalprógvan av atgongd.
    • Skjalprógva mannagongdir.
    • Boða frá til myndugleika, tá brot er framt

Vit ráðgeva og bjóða eftirlit av økinum. Vil tú vita meira, so kunnu vit gera eina framløgu fyri nevnd og leiðslu ið greitt vísur hvat skyldan nú er, hvat skal gerast og ikki minst hvussu slepst undir stórum útreiðslum í framtíðini.

Les meira um GDPR HER.

KT-Trygd


Her eru nøkur dømi um veitingar innan KT-Trygd. Tørvurin er ymiskur og vit tillaga okkara veiting eftir teimum hóttanum ið eru.

Áhaldandi eftirlit


Við ymsum tólum ið leita eftir veikleikum kannað vit trygdina og meta um verjuna ið er mótvegis netinum.

  • Tænastan tryggjar at vanlig álopstól, ið kunnu fáast á netinum, ikki gera tykkara fyritøku skaða tá onnur nýta tey.
  • Vit seta upp skipan til at leita eftir veikleikum. Hetta kannar eisini um skipanir eru dagførdar.
  • Vit fylgja við á “dark web” tykkara vegna.
  • Um onkur vandi er so boða vit frá.

Málrættað álop


Eitt er hvat tól kunnu gera. Men tað eru mennisku ið nýta tey og tað eru veikleikar ið tól ikki finna. Við málrættaðum álopi royna er tað menniskju ið royna at bróta inn í fyritøkuna.

  • Við málrættaðum álopið røkkur tykkara fyritøka einum hægri trygdarstøði.
  • Vit fara útum tey vanligu álopstólini, og arbeiða sum ein teldusníkur, ið ferð málrættaður móti tykkara fyritøku
  • Yvir tíð byggja vit upp vitan og nýta hana, júst sum ein teldusníkur.

Fysisk trygd


  • Fysiska trygdin og atgongd til búnað verður kannaður.
  • Vit tryggja at servarar, teldur, fysisk tól, skjøl og útbúnaður annars, eru væl vard ímóti vandum.
  • Um onkur hevur veri inni, kann tað so síggjast?

Frálæra


Besta KT-Trygdin er tilvitað starvsfólk. Tað gerst alsamt verri at síggja hvat er ein “góð” heimasíða og ikki. Sjálvt tær bestu trygdarskipanir hava veikleikar um ein ikki er støðugt árvakin.

Frálæra til starvsfólk verður gjørt í støðinum hjá brúkarunum og tillaga tørvin.

  • Hvussu ferðast ein trygt á netinum?
  • Kenn ein tryggan teldupost aftur.
  • Hetta verður goymt um teg.
  • Loyniorð, nær eru tey trygg.
  • Dømi, dømi og aftur fleiri dømi.

og mangt annað.

Royndir


Okkara royndir innan KT-trygd ganga langt aftur. Her er eitt stutt yvirlit.

1998 Gjørt Back Orifice Honeypot (fellur) hjá mær sjálvum.
2001 Menning av trygdartænastum hjá stórari danskari KT fyritøku.
2005 Veit trygdartænastur frá stórari Amerikanskari KT fyritøku til kundar.
2006 Sjálvstøðugur vinnurekandi í DK og FO.
2009 Frálæra í Føroyum m.a. um KT-Trygd.
2010 Hjá stórari privatari fyritøku hava ovastu teknisku ábyrgd at byggja upp teirra nýggja KT platform.
2013 Hjá stórari privatari fyritøku ráðgeva um teirra strategisku møguleikar innan KT og gera váðameting av dátacentrum í Londum, við øllum hóttanum í sinni.
2014 Hjá fyritøku innan statin at dagføra skipanir og m.a. greina KT vandar og ráðgeva um tiltøk.
2014 KT tænastur í Føroyum, herundir vikuliga skanning av kundum.
2015 Etichal Hacker útbúgving. Ávara føroyingar um vandar.
2015 Flutt heim at veit KT-Trygdar tænastur og vera íverksetari.
2018 Sent greið boð til kundar um at Føroyar er í stórum vanda á KT økinum.

Útveitan (outsourcing)


Á útveita KT-menning til lond har lønarlagið er sera freistandi. Serliga um tað er ein nýggj fyritøka har tørvur er á hvørjari krónu.

Vit hava samstarva nógv við fólki og fyritøkum í Asia og Eysturevropa. Tað er stórur munur á mentanini og hugburðinum millum lond. Vit bjóða fyritøkum, ið ynskja at royna seg eystanfyri at vera við og ráð- og vegleiða. Siga hvat vit meta og ávara um teir vandar, ið kunnu koma.