Vit veita skipanir, ið lætta um tilgongdirnar hjá virkjum. Millum annað veita vit eina CRM skipan, sum ger tað ómakaleyst at halda skil á kundum sínum. Vit kunnu menna skipanir, ið eru tillagaðar til júst tann tørvin, ið ein fyritøka hevur.

Virkisloysnir vit hava gjørt

CRM skipan

Eitt stað til allar upplýsingar Okkara CRM skipan ger tað ómakaleyst at halda skil á kundaupplýsingum – ikki bara kundaupplýsingum, men eisini upplýsingar um starvsfólk og veitarar. Tá upplýsingarnar eru komnar uppá pláss, ber til at halda skil á nær tú t.d. hevur ringt, sent teldupost, verið á fund, hildið framløgu fyri kundanum v.m. At spora slíkt er alt avgerandi. Við einari CRM skipan við hesum upplýsingum hevur tú alt, ið tú hevur brúk fyri, við tína hond. Hetta hevur við sær at hvørjafer tú hevur samband við kundan, er tað persónligt, viðkomandi og dagført. Við at skilja kundan, hevur tú størri møguleika at fáa fleiri avtalur í lag. Samstundis við at halda skil á nær tú hevur verið í samband við kundar, kanst tú gera viðmerkingar, leggja ætlan fyri næsta fund, og skipa fyri hvat næsta stigi er tú ella tíni starvsfólk skulu gera. Hetta ber við sær, at tú aldrin missur møguleikan til at fullgera ávísar avtalur ella at vaksa um virksemi. Hettar eru vanligir hentleikar ein CRM skipan vanliga hevur, ið eru at finna í okkara:

  • Deiling av fílum og innihaldi.
  • Søluforsøgnir
  • Beinleiðis kjatt millum starvsfólk
  • Email integratión
  • Yvirlit við hagtølum og greiningum

Men nýmótans CRM skipanir, eins og tann frá okkum, fara eitt stig víðari við eitt nú at kunna gera raportir til kundar, leggja vørurnar inn, sum verða seldar, lagurstýring, ticket skipan, gera søluátøk og stýring av teimum, integratión av web forms v.m. Ring ella skriva til okkara og fá meir at vita!