UM OKKUM

Combine-IT byrjaði sum ein einstaklinga fyritøka í 2006, ið hevði sítt sæti í Danmark. Fyritøkan er kend fyri at veita KT tænastur, ráðgeving og verkætlanar leiðslu til størri og smærri fyritøkur í Føroyum, Danmark og kring heimin. Combine-IT kann átaka sær allar KT uppgávur ella tillaga eftir avtalu við viðskiftafólk. KT uppgávurnar hava verið sera fjølbroyttar.

Combine-IT er limur av:

Hvat veita vit?

Appir

Vit sniðgeva, menna og royndarkoyra appir í tøttum samstarvi við kundar okkara.

CRM skipan

Vit kunnu veita eina CRM (Customer relationship management) skipan, ið ger tað ómakaleyst at halda skil á kundum sínum. Skipanin hevur m.a. ein kontakt lista, kalendara og uppgávustýring v.m.

Heimasíður

Vit kunnu menna heimasíður við nútímans sniðgeving eftir tínum ynski. Umframt hetta, gera vit tað ómakaleyst fyri teg at fremja broytingar.

Tørvar tær ein nethandil?

Vit kunnu gera tær ein nethandil, ið nøktar allar tørvir – t.d. er tað lætt fyri teg at fara inn og leggja vørur aftrat, strika og broyta.

Trygdarkanningar

Vit kanna KT trygdina, finna hol og veita frágreiðingar um hvussu støðan er. Við líðandi kanningum, kunnu vit tryggja at KT trygdin er á einum høgum støði.

TOYMIÐ


Vit hava viðkomandi útbúgvingar/skeiðir innan tøkni, menning og verkætlanarleiðslu.

TÍÐINDI


VIT ERU ERRIN AV


Verkætlanir vit eru errin av...

Alarm.fo er ein kunningar- og samskiftisskipan, ið m.a. veitir stundisliga almenna kunning á snildfonina. Tað, sum er serligt við hesari skipan er, at brúkarin sjálvur kann tillaga kunningina soleiðis, at hann bara móttekur kunning, ið er viðkomandi fyri hann.

www.alarm.fo

Saman við fyritøkuni Veita, hevur Combine-IT ment eina skipan, har brúkarar kunnu biða um tilboð uppá eitt hvørt, teir vilja hava gjørt. Veitarar geva tilboð uppá tað, ið skal gerast, og síðani kann brúkarin velja besta tilboðið.

www.veita.fo

SAMBAND


Set teg í samband við okkum

OKKARA SKRIVSTOVA

Sí á korti

SKRIVA TIL OKKUM

Send teldupost

FYLG OKKUM Á

Facebook

Tilvísingar


Her eru nakrir av okkara verandi og fyrrverandi kundum.